So er sjálvtøka aftur í Hvalba

- Eg eri bæði takksamur og fegin um, at Betri veitir fólki í sóknini hesa tiltrongdu tænastu, sigur borgarstjórin, Janus Thomsen.

 

Betri hevur sett nýggja sjálvtøku upp í Hvalba, so nú kunnu fólk í Hvalbiar sókn, sum hava saknað sjálvtøkuna, aftur fegnast um at hava henda møguleika í bygdini.

 

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá fólki í Hvalbiar kommunu at fáa sjálvtøku aftur í Hvalba, eftir at tað í eina tíð eingin sjálvtøka hevur verið.

 

Í Betri eru tey fegin um at kunna at veita hvalbingum og suðuroyingum annars eina góða tænastu.

 

Í Hvalbiar kommunu vísa tey á, at nýggja sjálvtøkan er í bygninginum hjá Betri í Hvalba, og hon verður opin alt samdøgnið.

 

Janus Thomsen, borgarstjóri, er bæði takksamur og fegin um, at Betri veitir fólki í sóknini hesa tiltrongdu tænastu og sigur, at øll í kommununi eru fegin um hesa tænastu.