So er Libya lýðveldi

Fyribilsstjórnin í Libya handaði í gjárkvøldið tí nývalda tjóðartinginum valdið í landinum.

-Hervið handi eg tí nývalda tjóðartinginum valdið sambært landsins stýrisskipan, og hevur tingið nú valdið í hesum landi og umboðar ta libysku tjóðina, segði formaðurin í fyribilsstjórnini, Mustafa Abdel Jalil.

Fyribilsstjórnin verður nú upployst.

Tað nývalda tingið fer til arbeiðis um eina viku, og tess fyrsta uppgáva verður at skipa eina stjórn. Avtalað er, at tingið skal stýra landinum til næsta val, sum eftir ætlanini verður næsta ár. Tá verður ein nýggj grundlóg ætlandi liðug.