Eftir sunnudag í føstuinngangi, sum var í gjár, byrja nú tær sonevndu føstugudstænasturnar í kirkjum okkara.
Hetta eru gudstænastur, har boðskapurin um tað sum hendi á páskum verða tiknar fram í prædiku, upplestri og sálmavali.
Nógvastaðni verða hesar gudstænasturnar hildnar mikukvøld, meðan ein aðrastaðni hevur tradisjón fyri at hava hesar hósdag. Og uppaftur aðrastaðni verða tær hildnar aðrar dagar í viku.
Í summum kirkjum er talan um eina vanliga gudstænastu, meðan ein aðrastaðni ger eitt sindur burturúr gudstænastuni, og kanska hevur eina hugnaløtu aftaná. Vanligt er eisini, at ein fær prest úr onkrari aðrari sókn at prædika við hesar gudstænasturnar.
Skráin fyri tær ymisku gudstænasturnar er annars at síggja í bløðunum.