Snýtti Eik fyri 1,5 millión

Ein maður er í Føroya rætti dømdur treytaleysa fongsulsrevsing, eftir at hann hevði svika við pengum, ið stóðu á konto hjá Eik, har maðurin starvaðist

 

Í rættarmálinum kom fram, at svikið var framt, tí maðurin var komin í fíggjarligt óføri, eftir at hann hevði lænt stórar upphæddir at keypa partabrøv í Eik fyri. Tá skuldin var upp á tað mesta, var hon 5 mió kr.

 

Tá talan var um keyp av partabrøvum, nýttist honum onga aðra trygd enn partabrøvini sjálvi fyri lánið, men tá kursurin fall – og Eik at enda fór av knóranum – vóru partabrøvini einki verd.

 

Fyri at royna at halda sínar gjaldsskyldur fann maðurin upp á ráð at nýta pening á konti í Eik til stutttíðar valutaspekulatiónir. Vinningin av hesum tók hann til sín sjálvs, men kundarnir, sum høvdu “lænt” manninum pengar, vistu av ongum. Og teirra peningur kom altíð aftur á bók.

 

Samanlagt vann maðurin á leið 1,5 mió kr. á henda hátt, men í 2012 kom innanhýsis grannskoðanin eftir, at alt ikki ruggaði rætt.

 

Ákærin kravdi 18 mánaða fongsulsrevsing, men gekk við til, at partur av revsingini var treytaður.

 

Verjin vísti á, at ákærdi hevur verið undir stórum trýsti, tá brotsgerðin varð framd. Eisini vísti hann á, at tann ákærdi alla tíðina hevur samstarva í uppkláringararbeiðinum.

 

Dómarin dømdi tann ákærda tvey ára fongsulsrevsing, har av tríggir mánaðir vóru treytaleysir. Royndartíðin er tvey ár. Hartil skal ákærdi gera samfelagstænastu í 275 tímar, og umframt sakarmálskostnað skal hann rinda 1,3 milliónir í endurgjaldi.