Hollendski landsliðsspælarin Wesley Sneijder fekk góða byrjan í nýggja felagi sínum. Sneider hevur skift Ajax út við Real Madrid, og í dystinum um vikuskiftið tryggjaði Sneider Real Madrid sigurin í dysti ímóti Atletico Madrid, ið kom á odda. Raul javnaði, og 10 minuttir fyri leiklok skoraði Sneider sigursmálið í dystinum.