Loyndarfulli maðurin, ið kallaði seg Graham og lumpaði ein heilan enskan bý í eitt ár, er brádliga horvin. Býráðslimir og borgarstjórin í Dover trúðu upp á, at maðurin var forsangarin Francis Rossi úr væl umtókta rokk-bólkinum Status Quo og fóru eisini við bonum, sum var hann kenda stjørnan.
?Graham? lovaði, at hann skuldi spæla ókeypis til ein festival í býnum og enntá taka vinirnir Brian May, Paul McCartney og Charlotte Church við.
Í eitt heilt ár fekk ?Graham? ser-viðferð í býnum. Hann koyrdi í limousinuni hjá borgarstjóranum, fekk fínan mat og eina serliga rundferð á slottinum í býnum, meðan hann undirhelt við at syngja ?You´re In The Army Now?, eitt av størstu hittunum hjá bólkinum. Tó segði hann seg ikki kunna spæla gittar, orsakað av gikt.
Spurdur, hví hann ikki hevði kenda hestahalan longur, svaraði hann, at hann ikki kundi fáa langt hár longur, og at hann nýtti ein falskan hestahala í staðin, tá hann skuldi á pallin.
Ikki fyrr enn tá Graham og kendu vinirnir ikki møtti upp til festivalin, varnaðust fólk, at okkurt var galið.
Veruligi Francis Rossi tók søguna við einum smíli og segði undrandi, at hann hevði viljað vitað, hvussu maðurin kendi til loyndarmálið um hestahalan.
Kelda: gaffa.dk