Snýt høvdið til at økja um testostoronið í kroppinum

hetta hjálpir tær í strongdum støðum

Tað ber til at økja um positivu sjálvkensurnar í kroppinum við at broyta kropsmálið - poseringarnar verða kallaðar power poses. Tá tú gert eina slíka power pose, og heldur poseringini í tveir minuttir, so broytast hormonirnar í kroppinum, soleiðis at testosteronið hækkar og kortisolið lækkar. 

 

 

Tað ber ikki til at siga power pose uttan at nevna Amy Cuddy p.hd. í sosialpsykologi, sum er heilin handan konseptið. Tá Amy Cuddy og toymi hennara gjørdu kanningar innan power poses, so vildu tey svara spurninginum um, hvørt tað ber til at økja um mongdina av testostoron í fólk við at gera power poses. Tað, sum á enskum verður rópt “fake it until you make it”, altso at láta sum um, inntil tú verður tað sum tú látast at vera.

 

 

Í kanningunum býttu tey luttakararnar í tveir bólkar, og tóku spýtt frá báðum bólkunum. Síðani varð eini bólkurin biðin um at gera sokallaði “high power poses” og hin “low power poses” í tveir minuttir. Síðani varð spýttið aftur kannað, og Amy Cuddy prógvaði tá, at tá fólk gera low power poses hækkar strongdarhormonið kortisol, og testosteroni lækkar. Tey, ið gjørdi high power poses, fingu tað mótsætta úrslitið har strongdarhormonið lækkaði og testosteroni hækkaði. Hon vísti soleiðis á, at kropsposeringarnar hjá okkum veruliga ávirka hormonlagið, og til ber, at lástast sum um tú hevur sjálvsálit og ræði í tveir minuttir, og síðani fært tú veruliga hesir eginleikarnar. Tað ber til at “fake it until you make it”, kom Amy Cuddy fram til í kanningum sínum.

 

 

Venjingarnar ella kropsposeringarnar eru sera praktiskar, og kunnu nýtast av øllum, sum ynskja at minka um strongdina í eini støðu, har man skal skera framúr, standa framman fyri fólki ella føra seg fram á ein ella annan hátt. Poseringarnar hjálpa eisini við at minka um strongd, fáa okkum í gott lag og veita meir orku í støðum, har vit kenna okkum orkuleys.

 

 

Tað krevur onga serstaka vitan ella venjingar, tí hetta liggur longu í okkum. Við at verða tilvitaði kunnu vit snýta høvdið til at økja um testostoronið, hóast vit ikki hava vunnið nakað og ikki føla okkum í góðum lag, greiðir Mona Breckmann frá fyrilestrahaldari og coach, frá.

 

 

Mona Breckmann, sum eisini lesur kroppsmál, mælir til at velja eini tvær ella tríggjar power poses, sum tú heldur rigga fyri teg, og síðani halda poseringini í tveir minuttir framman fyri speglinum. So er testostoronið longu økt og kortisolið lækkað, greiðir hon frá.

 

 

-Eitt tað besta og kendasta praktiska dømi, sum eg havi uppá hetta, er at rætt og slætt at lyfta armarnar upp um høvdið og smílast. Smíl sum tú meinar tað í tveir minuttir, og  hetta ávirkar teg soleiðis, at tú veruliga verður glaðari enn tú vart, áðrenn tú gjørdi poseringina í speglinum, sigur hon. Til ber at lesa meir um arbeiði hjá Monu Breckmann á heimasíðu hennara www.kropsmal.com.