- Smyrjið neglirnar við bláum neglalakki í dag

- Vit vilja gera vart við, at fólk við Down Syndromi eiga rætt til lívið, siga Javni og Down syndrom bólkurin

- Fólk við Down Syndromi hava somu dreymar sum tú og eg. Ynskja at vera partur av felagsskapinum, vera við í tí sum fyriferst í samfelagnum, dyrka síni áhugamál, ferðast, fáa eina útbúgving, eitt starv, egið heim, hava vinir, ein maka – ynskja at verða vird, hoyrd, ráða sær sjálvum, og liva eitt gott lív. Tey skulu ikki setast eftir.

 

Soleiðis siga Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin í sambandi við, at tað er altjóða Down syndrom dagur í dag. Javni og Down Syndrom bólkurin skipa fyri einum tiltaki í Reinsarínum í dag fyri at varpa ljós á Down syndrom.

 

- Nú er tað næstan blivin siðvenja hjá okkum at mála neglirnar bláar 21. mars fyri at stuðla degnum. Tað gleðast vit um, og tað fløvar. Aðrastaðni í heiminum fara tey í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við dagin. Hetta er ikki so sjónligt hjá okkum, tí vit hesa ársins tíð eru so væl ílatin, vísa Javni og Down Syndrom bólkurin á.

 

Tí hava tey avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri - ella aftrat - óparaðu litríkum hosunum.

 

- Vit vilja við bláa neglalakkinum gera vart við, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið, og hava somu rættindi í samfelagnum sum øll onnur. Og tí fara vit aftur í ár at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki, sum er BLÁTT. 

 

Tiltakið í Reinsarínum verður millum klokkan 16 og 18.30. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, fer at siga nøkur orð, og klovnurin BUBU kemur á gátt.