Smyril steðgar siglingini seinnapartin

Smyril fer seinasta túr av Havnini klokkan 16 í dag

Siglingin hjá Smyrli verður skerd í dag.

 

Í hesum samband er gjørt av, at Smyril fer seinasta túr av Havnini klokkan 16 í dag, suður á Krambatanga, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

 

Tað merkir so aftur, at ferðin av Krambatanga klokkan 18.30 og ferðin úr Havnini klokkan 21, verða ikki sigldar.

 

Tað er nógvur vindur og nú Smyril hevur skerda maskinorku, við tað, at tann eini av teimum fýra motorunum er farin, verður tað ikki mett vera ráðiligt at halda fram við siglingini í so nógvum vindi, sum tað er nú.

 

Tað er ikki sjálv siglingin, sum er trupulleikin, men við skerdari maskinorku verður tað mett at vera óráð at fara inn um molan í Havnini at manøvrera, serliga tá ið myrkrið legst í kvøld.

 

En er óvist, hvussu verður við siglingini í morgin. Hann er 17-18 metrar um sekundið av landnyrðingi eystri í dag, men hann veksur upp í 20 metrar seinni í dag av landnyrðingi eystri og eystri, og tað verður eisini veðrið í morgin.

 

Tað verður ikki fyrrenn seint í annaðkvøld, at hann makar vindin aftur.

 

Seinni í dag, ella í kvøld, verður sostatt støða tikin til siglingina í morgin.