? Tað er spinnandi galið, at Smyril liggur á Havnini, meðan verkfallið er, sigur Henrik Old. ? Um tørvur er á bráfeingis flutningi er Smyril einasta trygd fyri, at tann sjúki sleppur vegin fram. Hevði Smyril siglt eftir ferðaætlanini hósdagin, so hevði hann ligið í Suðuroy nú, men av tí, at Strandferðslan avlýsti túrin áðrenn lýsingin varð lisin, so liggur skipið í Havnini nú, og hetta kann eg als ikki góðtaka!
Henrik Old sigur, at Strandferðslan hevur við hesum tikið partí við øðrum partinum.
? Teir eiga at sigla eftir ferðaætlanini. Tað er ein kunngerð og lóg, at farið verður soleiðis fram, og eg fari at krevja at Bjarni Djurholm finnur fram til tann, sum hevur tikið stig til at steðga við siglingini áðrenn tíðina, og at viðkomandi verður koyrdur úr starvi, tí hann er ikki egnaður, og hevur misskilt hvør høvuðsuppgávan er: At sigla ímillum.
? Bilar, fólk og útgerð vóru rikin heim aftur, tí tað fór at vera verkfall, men lýsingin kom ikki í útvarpið fyrr enn klokkan 12.45 og Smyril átti at vera farin av Havnini klokkan 12.30. Hetta má fáa fylgjur. Ein kann ikki góðtaka, at ein almennur stovnur ger soleiðis. Strandferðslan eigur ikki at taka partí við lønardeildina, og skipið skal ikki leggjast áðrenn tíðina, sigur Henrik Old.