Smyril nógv seinkaður

Hann siglur bara við hálvari feð - ella gott tað

Dagføring: Trupulleikin er nú loystur, so Smyril siglur aftur við fullari kraft

Smyril hevur fingið eitt maskinbrek, sum ger, at hann siglur ikki við meiri enn hálvari ferð, ella gott og væl tað.

 

Tað merkir, at túrarnir - í hvussu so er í kvøld - verða nógv seinkaðir. Smyril er á veg suður, men hann er ikki væntandi á Krambatanga fyrr enn klokkan 19, ella klokkan 19.30 í kvøld. Ætlanin hevur verið at sigla norður aftur í kvøld og suður aftur, men Strandferðlsan sigur, at enn er alt púra óvist. Annars skuldi hann fra norður aftur klokkan 18.3, men tann túrurin verður í øllum førum rættiliga nógv seinkaður.

 

Arbeitt verður upp á at rætta brekið, men tey vita ikki, hvussu langa tíð, tað fer at taka.

 

Dagføring: Trupulleikin er nú loystur og Smyril fer at sigla teir báðar túrarnar, sum eru eftir. fráferðirnar av Krambatanga, sum skuldi vera klokkan 18.30 og fráferðin, sum skuldi vera úr Havn klokkan 21.15, verða nokk so fitt seinkaðar, sigur Strandferðslan