Smyril Line fær ein tungvektara í danskari sjóvinnu sum nýggjan nevndarformann. Fyrrverandi stjórin hjá Torm reiðarínum skal standa á odda fyri nevndina hjá Smyril Line Mánadagin hevur Smyril Line aðalfund, og tá verður nýggj nevnd vald.
Rás2 hevur fingið váttað, at ein av limunum, sum landsstýrið fer at velja í nevndina, er fyrrverandi stjórin í reiðaríinum Torm, Klaus Kjærulff. Sum skilst skal hann verða nevndarformaður í Smyril Line.
56 ára gamli Klaus Kjærulff verður roknaður sum ein profilur í danskari sjóvinnu, og hann hevur í 33 ár starvast hjá Torm. Seinastu átta árini var hann stjóri, men valdi eftir egnum ynski at gevast fyri trimum mánaðum síðani.
Stjórin í Supply Service í Lorvík, Jens Meinhard Rasmussen, verður eftir øllum at døma eisini ein av nevndarlimunum.
Rás2 skilir, at landsstýrið arbeiðir við at seta kvinnur í nevndina eisini.