Smyril fór avstað við bilinum

Løgreglan í Havn fekk í gjár fráboðan um, at ein bilur var stolin niðri á kaiøkinum í Havn.

Tann dagin var Smyril so fullur av bilum, at allir sluppu ikki við suður. Bilaeigararnir høvdu gjørt avtalu við manningina á Smyrli um at taka bilarnar við suður seinni. Og tað gjørdu teir so, men teir tóku eisini ein bil, har avtala ikki var gjørd við eigarin. Tískil helt eigarin, at bilurin var stolin. Sosialurin frættir frá løgreglustøðini í Havn, at Smyril hevur latið "stolna" bilin aftur.