Tað er nú endaliga greitt, at tað verður Regina Baltica, sum skal avloysa Smyril í rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina, ímeðan Smyril er í dokk. Herfyri skrivaði Strandferðslan undir leigusáttmála og Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at Regina Baltica kemur til Føroya um hálvan september og verður sett í rutuna ímillum Suðuroy og Havnina tann 17. september.
Og her verður hon siglandi í fýra vikur, til Smyril kemur aftur.
Regina Baltica er áleið líka stór, sum Smyril og hon hevur eisini stabilisatorar. Men hon er nógv hægri, so tað er longri at leggja at og fara frá bryggju, umframt at pullartar ikki passa til. Tí verður hvør túrur eitt korter longri enn við Smyrli
Tað ger, at ferðaætlanin um Suðuroyarfjørð fer at verða nakað skerd hesa tíðina, tí Regina Baltica fer at sigla tveir túrar um dagin, ella 14 túrar um vikuna.
Harafturat eru fráferðirnar úr Suðuroy og úr Havn nakað broyttar hesa tíðina.
Tilsamans vera 24 fólk við Regina Baltica og tað gevur henni rætt til at føra 400 ferðafólk ímillum Suðuroy og Havnina.
Tað er helvtin av tí, sum Smyril tekur, men Conrad Gaard Joensen sigur, at í september mánaði er tað nóg mikið at røkta tørvin. Men skuldi tað verið, ber eisini til at seta eyka manning umborð, tí so ber eisini til at taka fleiri ferðafólk.
Ferðaætlanin hjá Regina Baltica er løgd og sæst á www.ssl.fo