Smyril er komin úr Suðuroy

Strandfaraskip og bussar hjá Bygdarleiðum hava í morgun verið ávirkað av ringa veðrinum, men nú er líkt til, at viðurskiftini eru við at koma upp á pláss.

Smyril, sum fór av Krambatanga klokkan 10 í morgun, kom á Havnina fyri løtu síðan. Siglt verður av Havnini og suður aftur klokkan 13.

 

Á Strandfaraskipum Landsins vænta tey, at siglt verður eftir ferðaætlanini restina av degnum.


 
Teistin sigldi ikki fyrstu túrarnar í morgun, men fór úr Skopun klokkan 10.30 og siglir nú eftir ferðaætlanini. 
 

Ternan, sum røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð, sigldi heldur ikki fyrstu túrarnar í morgun, men um viðrar verður túrurin av Havnini klokkan 13 sigldur sum tann fyrsti í dag.

 

Leið 400 er farin aftur at koyra og koyrdi fyrsta túr úr Havn klokkan 10.50 og úr Klaksvík klokkan 11.55.

 

Strandfaraskip Landsins siga á síni heimasíðu, at leið 300 koyrir av Farstøðini og vestur á Flogvøllin nú klokkan 12.40.