Smyril avlýsir fyri veður

Tað er so mikið nógvur vindur í kvøld, at Smyril hevur avlýst túrin av Krambatanga til Havnar nú klokkan 21 í kvøld. Av Strandferðsluni verður upplýst, at tað er ikki endiliga sjálv siglingin, sum er trupulleikin. Trupulleikin er, at tað er so nógvur vindur, at tað er ikki ráðiligt, at fara inn um Molan í Havn og at leggja at har.

Av tí sama er túrurin av Havnini klokkan sjey í morgin árini, leygardagin, eisini avlýstur.

Men restina av degnum siglur Smyril eftir ferðaætlanini, tvs, at hann fer av Krambatanga klokkan 9.30 í morgin árini.