Fýra mans eru ákærdir fyri at hava smuglað tvey kilo av hassji til Føroya. Virðið á gøtuni er hálv millión krónur.
Fýra mans eru ákærdir fyri fyrst í januar at hava smuglað tvey kilo av hassji til Føroya. Ein teirra játtaði seg sekan, tveir nokta seg sekan, meðan tann fjórði ikki møtti í rættinum, tí hann er til skips. Málið móti honum verður tí viðgjørt seinni.
Ein av teimum ákærdu sigur seg hava alla ábyrgdina av smuglingini og sigur, at hinir báðir, sum sótu á ákærubeinkinum í dag, eru ósekir.
Hann greiðir frá, at hann hevði bílagt hassji og adresserað tað heim til ein vinmann. Tá pakkin kom, var vinmaðurin tó til skips, so hann kundi ikki heinta pakkan. Harumframt skuldi pakkin tollast hjá TAKS.
Hann fekk tí ein felags kenning hjá sær og sjómanninum at fara eftir pakkanum. Hesin játtaði, men tað lá kortini ikki fyri at fara, so hann bað ein triðja vinmann fara eftir pakkanum fyri seg.
Hesin triðji vinmaðurin fer so eftir pakkanum, rindar toll og avtalar at avhenda pakkan seinni um dagin. Hann noktar tó fyri, at hann visti nakað um, at talan var um hassj. Tað sama ger vinmaðurin, sum upprunaliga skuldi fara eftir pakkanum.
Teir hittast so allir tríggir seinni sama dag, tann, sum játtar seg sekan, og hesir báðir, sum nokta seg sekar. Tann, sum bílegði hassjið fær pakkan, men tá teir lítla løtu seinni koyra víðari, steðgar løgreglan teimum og handtekur allar tríggjar.
Tveir teirra, tann, sum sigur seg hava smuglað og tann, sum upprunaliga játtaði at fara eftir pakkanum, hava sitið í varðhaldi síðani handtøkuna, meðan tann seinastu, sum fór eftir pakkanum hjá flutningsfelagnum, ikki bleiv varðhaldsfongslaður.
Í dag søgdu teir tríggir sína søgu í rættinum. Í morgin skulu vitni avhoyrast, prógv leggjast fram og síðani skulu sakførararnir hava sínar endaligu viðmerkingar til málið. Dómarin vónar, at dómur kann sigast longu í morgin.