Ein maður er nú dømdur at sita í fongsli fyri at hava smuglað næstan 10 kilo av hassji til Føroyar
Hann varð tikin á flogvøllinum í Vágum fyri einum mánað síðani, og tá vístu kanningar hjá tollvaldinum, at hann hevði 9,875 kilo av hassji í kuffertinum.
Maðurin, sum ikki er revsaður fyrr í málum, sum hava týdning í hesum føri, játtaði seg sekan, men hann vildi ikki upplýsa, hvaðani hann hevði hassji, ella hvussu hann ætlaði at selja, ella lata øðrum tað í Føroyum.
Síðani hann varð tikin, hevur hann sitið í varðhaldi, ein part av tíðini avbyrgdur frá øðrum fólki.
Av tí, at talan var um so stóra nøgd, og av tí at ákærdi ongar pengar eigur, hevur ákærin illgruna um, at hann ikki hevur verið einsamallur um hetta, men hevur havt onkran afturat sær, bæði í Føroyum og í Danmark, haðani hann kom.
Úrslitið var, at maðurin varð dømdur at sita í eitt ár og fimm mánaðir. Dómurin er treytaleysur og sosatt sleppur hann ikki undan at sita allan dómin.
Samstundis varð hald eyðvitað lagt á hassjið.
Sjálvur segði hann ákærdi, at hann vildi ikki hava ein treytaðan dóm, har hann sleppur frá at sita, um so var, at treytin varð, at hann ístaðin skuldi gera onkra ólønta samfelagstænastu afturfyri.