SMS: VÍF vann seg nærri FM-hálvfinaluplássinum

VÍF vann á StÍF í Vestmanna

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í kvøld.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF seg nærri einum FM-hálvfinaluplássi við einum 31-27 sigri á StÍF. Vestmannakvinnur vóru á odda heili 17-7 í steðginum. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var VÍF á odda 31-23. Tá slapp StÍF at pynta um úrslitið við fýra málum.

 

Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Josefine Dyring var stórskjútti hjá StÍF. Hon skoraði 11 mál í kvøld.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Neistin 34-29 á Stjørnuni. Í steðginum vóru neistakvinnur frammanfyri 16-13. 

 

Mina Sirdal Henriksen var toppskjútti hjá Stjørnuni við níggju málum. Bjørk F. Joensen hjá Neistanum gjørdi líka bart sum Josefine Dyring hjá StÍF, og skoraði heili 11 mál.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá dystunum í Vestmanna og í Klaksvík og støðuna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##