Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í dag.
VB tók ímóti EB í Vágshøll. Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Í steðginum var EB á odda 13-12.
Durita Krosslá Hjelm javnaði til 26-26 við einum brotskasti tá bert átta sekund vóru eftir av dystinum. Talan er um fyrsta stigið hjá VB hetta kappingarárið.
Tað leikaði javnt á allan dystin. Tað vóru ongantíð meir enn tvey mál á muni millum liðini.
Bára Krosslá Mortensen var toppskjútti hjá VB við átta málum. Nukaaka Petrussen Lyberth var toppskjútti hjá EB við níggju málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 5 | 164 | 121 | 43 | 10 |
KYNDIL | 5 | 155 | 125 | 30 | 8 |
H71 | 3 | 93 | 87 | 6 | 4 |
STÍF | 5 | 132 | 149 | -17 | 4 |
STJØRNAN | 4 | 105 | 103 | 2 | 4 |
EB | 5 | 126 | 154 | -28 | 3 |
VÍF | 5 | 143 | 154 | -11 | 2 |
VB | 4 | 100 | 125 | -25 | 1 |