Tríggir dystir eru higartil leiktir í SMS-deildini í dag.
Dysturin í Hoyvíkshøllini millum H71 og Kyndil endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-16. Kyndil var eitt skiftið á odda 23-20 í seinna hálvleiki, men H71 kom upp á javnt 24-24, og eftir tað var ongantíð meir enn eitt mál á muni.
Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Bára K. Hansen var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við níggju málum.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin málríkan stórsigur 40-30 á VB. Í steðginum var Neistin á odda 20-13.
Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum. Rúna M. Jacobsen var toppskjútti hjá VB við sjey málum.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann StíF stórsigur 34-24 á Stjørnuni. Longu í steðginum var StÍF á odda við níggju málum, 19-10.
Iuliia Nalivko var toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum. Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við 11 málum.
Klokkan 18 spæla EB og VÍF í høllini á Eiði.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum H71 og Kyndil:
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Neistan og VB:
##med3##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Stjørnuna og StíF:
##med4##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 15 | 486 | 371 | 115 | 27 |
NEISTIN | 15 | 459 | 390 | 69 | 22 |
H71 | 15 | 456 | 412 | 44 | 19 |
STÍF | 13 | 377 | 368 | 9 | 16 |
VÍF | 14 | 427 | 394 | 33 | 14 |
STJØRNAN | 14 | 365 | 427 | -62 | 8 |
EB | 13 | 332 | 399 | -67 | 7 |
VB | 15 | 364 | 505 | -141 | 1 |