Grundspælsvinnararnir úr H71 vunnu í kvøld tepran 36-35 sigur á Stjørnuni í 1. FM-hálvfinaluni í SMS-deildini.
Í hálvleikinum var støðan javnleikur 20-20. Tá 46 minuttir vóru farnir tyktist H71 at hava tamarhald á støðuni við einari 31-25 leiðslu, men klaksvíkskvinnur stríddust manniliga og fingu spenning í aftur uppgerðina.
Tá 34 sekund vóru eftir minkaði Iuliia Nalivko um munin til 35-36. Stjørnan vann bóltin tá fá sekund vóru eftir, men tær megnaðu ikki at framtvinga eina longda leiktíð.
Liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini komandi leygarkvøld klokkan 18. Vinnur H71 hava hoyvíkskvinnur vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur Stjørnan verður 3. FM-hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini í komandi viku.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-hálvfinaluni Stjørnan-H71 35-36 (20-20):
##med2##