Smoltstøð hjá sílaveiðifelag umhvørvisgóðkend

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur umhvørvisgóðkent smoltstøðina hjá Føroya Sílaveiðifelag í Havnardali Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, hvar smoltið kann setast út. Orsøkin til hetta er manglandi vitan um, hvørja ávirkan útsettu smoltini kunnu hava á upprunaliga lívið í áum og vøtnum, bæði tá ið talan er um kapping um pláss í áum og vøtnum, føði, smittu og ílegudálking, skrivar HFS á heimasíðuni.

Ein treyt fyri góðkenningini er tí, at fiskur frá smoltstøðini einans kann setast út í Saksunarvatn, Leynavatn og Mjáuvøtn (ovara og niðara), sum øll eru vøtn, har yngul áður er sett út.

Talið av smolti á støðini hjá Føroya Sílaveiðifelag liggur 30.000 um árið.