Smidaður út: Spælari hjá Silkeborg falsaði undirskrift

Liðfelagið hjá Gunnari Nielsen, Christiani Lamhauge Holst og Ara Mohr Jónsson hevur fingið sparkið, eftir at hann hevur roynt at snýtt felagið fyri at fáa eitt lán at gjalda skuld fyri.

 

Talan er um Christopther Poulsen. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann eina íløgu í eitt vindorkufelag. Tíverri fyri hann og millum annað málverjan hjá AGF, Steffen Rasmussen, gekk felagnum illa og teir hefta nú fyri skuldina.

 

- Eg havi verið partur av eini íløgu, sum eg havi mist tamarhaldið á. Tað hevur kostað mær nærum alt, ið eg eigi, sigur Christopher Poulsen við Midtjyllands avis.

 

Hann falsaði undirskriftina hjá stjóranum í felganum, tá hann royndi at fáa eitt lán fyri at gjalda skuldina aftur.

 

- Eg havi verið undir einum ótrúligum trýsti. Eg misti tamarhald á støðuni og eri skelkaður av at skula greiða familjuni frá støðuni. Eg hugsi nógv um konuna og barni hjá okkum, sigur Christopher Poulsen, sum ikki er ein partur av hópunum hjá Silkeborg longur.

 

Samlaða skuldin í vindorkufelagnum gjørdist brádliga yvir átta milliónir krónur, og Christopher Poulsen fekk eina rokning sendandi fyri á leið 750.000 krónur, sum hann ikki megnar at gjalda aftur.