Smakka og lukta ikki sum teir eiga

Navnframi sitrónmánin hevur fingið merkiligan smakk og merkiligan lukt

Navnframi sitrónmánin er ein klassikari mongum matarborði, bæði heima og á arbeiðsplássum. Men í løtuni eru nakrir sitrónmánar at fáa, sum hvørki lukta ella smakka sum teir eiga. 

 

Og nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovna ímóti eini ávísari sending av sitrónmánum, har okkurt er komið at teimum í framleiðslunu sum ger, at teir hvørki lukta, ella smakka, sum teir eiga.

 

Tí heitur Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum hava ein sitrónmána liggjandi av hesi ávísu sendingini, um at tveita hann í skrell, ella lata hann aftur í handilin, haðani teir eru keyptir.

 

Heilt ítøkiliga er talan um »Dan Cake Citronmåne 350 g«. EAN-nummari er 5709152009460 og hann er best fyri 26. juni og 27. juni, og allar dagar í august, umframt 5. september, 11. september og 21. september.

 

Talan er eisini um »Dan Cake Jubilæums Citronmåne 375 g« við EAN nummarinum 5709152019001 og sum er best fyri 17. juli.