Ein kanning millum meiri enn 10.000 danir vísir, at tey flestu halda meiri av teimum smáu bankunum enn teimum stóru Danir eru serliga væl nøgdir við sínar lokalu bankar, meðan teir stóru við Danske Bank á odda eru ikki so væl umtóktir. Tað vísir ein kanning, sum meiri enn 10.000 fólk hava luttikið í.
Stjórin í brúkararáðnum, Rasmus Kjeldahl,
sigur við kringvarpið DR, at kanningin gevur eina greiða ábending um, at viðskiftafólkini hugsa um annað enn prísin.
-Kanningin vísir eisini, at rættiliga nógv fólk umhugsa at skifta banka, sigur hann.










