Smáttfallandi hýsa til portiónir

- Tað hevur gingið hampiliga væl at fingið fatur á hýsu til framleiðsluna av portiónum, men fiskurin er yvirhøvur smáttfallandi, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari í Miðvági

Fiskivinna

Tað er serliga hýsa, sum í stórum nøgdum er farin óvirkað av landinum seinastu árini. Torført hevur verið at kappast við enska marknaðin, men kortini eru tað nøkur virki í Føroyum, sum virka hýsu til eitt nú portiónir.
Eitt av virkjunum, sum meira at kalla burtur av virkar hýsu til portiónir, er virkið hjá Fiskavirking í Miðvági.
Av virkjunum hjá Føroya Fiskavirking, telist virkið á Tvøroyri eisini millum tey, sum gera nakað burtur úr hýsuni, men har arbeiða tey eisini onnur fiskasløg.

Støðugt arbeiði

Jason Johannesen, virkisleiðari í Miðvági, sigur, at arbeiðið á virkinum hevur verið rættiliga støðugt í longri tíð.
- Vit hava sum heild fingið nóg mikið av hýsu til framleiðsluna, sum serliga verður seld til Onglands og Fraklands. Lítið og einki fer til USA.
Hann sigur, at tá ið minni hevur verið at fingið av hýsu, og nógvur upsi annars hevur verið á marknaðinum, hava tey arbeitt nakað av upsa.
- Men tað er langt ímillum, at vit gera tað, sigur hann.
Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági arbeiða eini 70 fólk.
- Vit keypa meginpartin av rávøruni á uppboðssølu, men ein partur verður keyptur beinleiðis frá skipunum.
Jason sigur, at uppi í veiðini hjá línuskipunum eru ofta onnur fiskasløg eisini, og tí er tað mangan lættari at keypa fiskin á uppboðssølu ? ella frá øðrum virkjum, sum ikki arbeiða hýsu.

Smáttfallandi

Virkisleiðarin sigur, at hýsan sum heild er smáttfallandi.
- Tað er eingin stór hýsa at fáa. Meginparturin av tí, vit arbeiða, liggur um 890-900 gramm, og tá er hetta tað, ið rópt verður hýsa 3, sum annars liggur millum 500 og 1000 gramm.
Jason sigur, at rættiliga lítið er av hýsu 2, sum liggur millum 1 og 2 kilo og uppaftur minni av hýsu 1, sum er uppaftur størri.
- Liggur hýsan ein arbeiðsdag um 1 kilo, siga vit, at hon er góð, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at hóast fiskurin er smáur, er hann rímiliga góður.
- Eg haldi, at hýsan er, sum hon plagar at verða til fiti hesa tíðina av árinum, sigur Jason.

Vánaligt veður

Hvussu komandi dagarnir fara at roynast, sigur Jason seg illa at duga at meta um.
- Veðrið er rættiliga óstøðugt, bæði her hjá okkum og í Norðsjónum. Tí kann hugsast, at útlendski marknaðurin verður góður undan jólahøgtíðini.
Tey vóru annars liðug við fiskin, sum virkið hevði inni, á middegi í gjár.
Síðan var turt gólv.
- Men tað kann verða so skjótt, at vit fáa fisk aftur ? og okkurt er á marknaðinum í dag, sigur Jason Johannesen at enda.