Aftur í ár varð eingin trý ára starvsløn latin av Mentanargrunni Landsins. Seinast, ein trý ára starvsløn bleiv latin, var í 2010.
Forkvinnan í Mentanargrunni Landsins, Jóanna Djurhuus, vísir tó á, at tað ikki er ein tilvitaður leistur, at nevndin, sum tók við í 2009, ikki hevur latið nakra trý ára starvsløn síðani 2010.
- Tað er als ikki nakað, vit hava gjørt tilvitað, og vit meta um umsóknirnar á hvørjum ári. Hesi seinastu árini hava vit fingið nógvar umsóknir um stuðul fyri styttri tíðarskeið, og tann nøgdin hevur gjørt, at vit hava latið fleiri starvslønir fyri styttri tíðarskeið heldur enn eina trý ára starvsløn, sigur Jóanna Djurhuus og greiðir nærri frá:
- Tað er avmarkað, hvussu nógvar starvslønir, vit kunnu játta, og seinastu árini hava vit fingið nógvar góðar umsóknir um stuðul fyri styttri tíðarskeið. Nevndin ger á hvørjum ári eina meting, um hon skal játta eina trý ára starvsløn ella ikki, og í ár mettu vit, at eingin skuldi hava starvsløn í trý ár, sigur Jóanna Djurhuus.
Glað fyri allan stuðul
Forkvinnan í Mentanargrunni Landsins heldur ikki, at fólkini ikki fáa nakað burturúr við at fáa stuðul í ein ella tveir mánaðir, hóast tey kanska hava søkt um stuðul fyri eitt longri tíðarskeið.
- Afturmeldingarnar, sum vit fáa, eru, at starvslønirnar koma væl við, eisini um talan bert er um ein, tveir ella tríggjar mánaðir. Veruleikin er tann, at tað eru verri enn so øll, sum søkja um at fáa løn í trý ár, tí ein stórur partur av umsøkjarunum ynskja løn í ein, tveir og tríggjar mánaðir, greiðir Jóanna Djurhuus frá.
Hon vísir aftur, at tað er ein háðan at lata fólkum starvsløn í tríggjar mánaðir, hóast tey hava søkt um trý ár.
- Vit meta umsóknirnar individuelt, og tað, vit síggja, er, at hóast onkur søkir fyri trý ár ella eitt ár, so eru tey fegin um tað, tey fáa. Eisini uppliva vit, at verkætlanirnar verða framdar í verki, so tær smærru starvslønirnar gera mun, sigur Jóanna Djurhuus.