Smærri feløgini fáa stuðul

Eftir at Fótbóltssamband Føroya stuðlaði feløgunum í Effodeildini í fjør við tilsamans 100.000 krónum, er nú avgjørt at lata stuðul til hini feløgini eisini.

 

Hesum boðar Fótbóltssambandið frá umvegis heimasíðu sína.

 

Umboð fyri tey smærru fótbóltsfeløgini hava ynskt, at FSF javnstillar øll fótbóltsfeløgini, og veitir feløgunum, sum ikki spældu í fremstu deildini í fjør, eisini ein stuðul á 10.000 krónur í part.

 

Málið var fyri á starvsnevndarfundi 13. mai, og tá bleiv samtykt, at stuðla feløgunum, ið ikki luttóku í Effodeildini í 2012, við 7.500 krónum í part.

 

Feløgini, ið fáa stuðul, eru AB, 07 Vestur, Skála, B71, Undrið FF, Giza, FC Hoyvík, MB og Royn.