Skálaberg kom til Klaksvíkar leygardagin seinnapartin við umleið 900 tonsum. Teir høvdu verið í Barentshavinum, og túrurin vardi júst tríggjar mánaðir. Seinastu tíggju dagarnar á túrinum var fiskiskapurin smáligur, og tað sama verður sagt frá Sundabergi, sum í løtuni roynir við Bjarnoynna. Sundaberg hevur um 200 tons.
Skálaberg fer ikki avstað aftur fyrr enn 10. mai. Tá fer hann í Irmingarhavið at royna. Hetta má sigast at vera ein longri steðgur heima hjá manningini, tí vanliga liggja trolararnir ikki nógv longur enn eina viku. Men nú passaði tað soleiðis, at teir sleppa ikki í Irmingarhavið at royna fyrr enn tá, so tí verður trolarin liggjandi í Klaksvík inntil 10. mai.
Hanus Hansen, reiðari sigur, at teir hava roynt við nakað av hjáproduktum, og at tað hevur roynst væl at arbeiða við tí umborð. Hjáproduktini eru til dømis rogn, uggar, kjálkar, magar, livur og nakað av farsi.
Meginparturin fer til Onglands tó nakað fer til USA, Japan og Spania.
? Tað hevur riggað væl umborð, men nú er so spurningurin, hvat fæst fyri hetta. Tað vita vit ikki rættuliga enn, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol.