Í morgin, leygardagin, klokkan 15, hevur Tvøroyrar Fimleikafelag framsýning í ítróttarhøllini í Trongisvági. Tvøroyrar Fimleikafelag varð stovnað í 1970 og hevur sostatt yvir 40 ár á baki. Í ár eru tað 10 lið við 160 børnum, ungum gentum og motiónskvinnum, sum mynda felagið. Kvinnurnar eru ikki í framsýningini hesuferð, men harafturímóti er eitt gestalið úr Hvalba við 8-10 ára gomlum smágentum, bjóðað við.
Tvøroyrar Hornorkestur fer at spæla eina løtu undan sýningini og orkestrið spælir eisini til innmarsjin.
Inni í skúlahøllini fer Tvøroyrar Kvøldskúli eisini at sýna fram, tað, sum er avrikað í vetur.
À myndini eru gentur úr 2. og 3 flokki, sum akkurat hava fingið nýggjar draktir til framsýningina í morgin. Myndin er tikin í gjár, tá ið tær høvdu sína seinastu venjing.