Smáar ítróttargreinar fáa nú betri umstøður í Havn

Stóri bygningingurin hjá Bacalao skal nú brúkast ein heilt onnur endamál, enn ætlanin var

Nú fáa tey, sum dáma at klintra, og at standa á rennifjøl, í Havn, nógv betri umstøður at íðka sína ítrótt. Tórshavnar Býráð hevur nevniliga samtykt at høli í stóra bygninginum hjá Bacalao á Vestaru bryggju, til klintrivegg og til eina breyt at standa á rennifjøl á.

 

Einaferð var Bacalao eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum, men síðani kreppuna fyrst í nítiárunum, hevur tað verið smáligt við arbeiðið og hesi seinastu árini hevur tað staðið tómt.

 

Fleiri royndir eru gjørdar at fáa fiskavirking aftur í húsið, men alt er miseydnað, og nú hava býráðslimir mist vónina um, at tað fer at eydnast. Annars er fiskavirking í niðastu hæddunum, men hinum hæddunum er ikki stórur eftirspurningur eftir. Sostatt ásanna tey, at tað er ikki tann stóri vinnuligi áhugin fyri at fáa innivist í Bacalao. Hinvegin er stórur eftirspurningurin eftir hølum í húsinum til frítíðarvirksemi av ymsum slagi.

 

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá býráðnum sigur, at hetta er ein liður í ætlanini hjá býráðnum at geva smærri ítróttargreinum í býnum betri umstøður. Og í samráð við tey, sum klintra, og standa á rennifjøl, eru tey komin eftir, at onnur av teimum stóru frystihallunum á Bacalao, er væl hóskandi til endamálið, tí talan er um eitt stórt og høgt rúm.

 

Gunvør Balle sigur, at ætlanin er bara at gera tað, sum er neyðugt fyri at høllin kann brúkast til endamálini, og tað fer at kosta tvær milliónir, men hon sigur, at afturfyri fáa hesar báðar ítróttargreinarnar sera góðar unnandura umstøður at virka undir. Og hon leggur afturat, at tað verður longu seinni í ár, at tey sleppa undir tak at íðka sína ítrótt.

 

Men tað eru ikki øll í býráðnum, sum taka undir við ætlanini. Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur ikki at tað er at geva hesum ítróttargreinum sera góðar umstøður, at geva teimum eini púra ber høli á Bacalao at vera í.

 

Hann skjýtur heldur upp at brúka eitt sindur meiri av pengum, og at geva teimum ordiliga góðar umstøður onkustaðni, kanska at útvega eina høll til endamálið. Hann kundi eisini hugsa sær at fingið eina heildarætlan fyri Bacalao.