Slutur og vrøvl er Dan’skt

Møsn og tvætl er føroyskt

Eyðun á Borg

málreinsari, ikki løgga.

 

SO, DANN! (ikki soleiðis): Ein eysturoyingur (starvsfelagi) biður meg gevast við møsninum, t.v.s. míni skriving, har eg royni at fjálga um móðurmálið.

Helt meg annars hava skil á tí, eg skrivi um. Eri lærari í føroyskum, enskum og donskum og skrivi um tey trý málini.

Var eitt sindur í døpurhuga av hasari viðmerkingini og hugsaði, at kanska er frægast at gevast!?

Kom síðani at hugsa um, at fleiri av mætastu málfólkum landsins sum heild taka undir við mær, m. a. málprofessarin. Tað fekk meg so at taka avgerð um ikki at leggja kongin.

KREPPA: Krisa er danskt, kreppa er føroyskt, so einfalt er tað.

BRÁÐNA: Ísur bráðnar, hann smeltar ikki, tað er danskt.

Eg skrivaði ikki um navnorðið, smelt. Tað orðið munnu allir argjamenn kenna, hvør upprunin til orðið annars er, eingin ivi um tað.

STAÐANØVN ERU ÓBUNDIN: Soleiðis er veruleikin nú einaferð: Fuglafjørður, ikki Fuglafjørðurin, Eiði, ikki Eiðið, Vágur, ikki Vágurin, Lambi, ikki Lambin o.s.fr. Okkurt einstakt undantak er sjálvandi til.

Fólkanøvn eru eisini óbundin, sjálvt um okkurt undantak er í talumálinum, t.d. Dannurin!?

MÁLDÁLKING – MÁLREINSING: Man máldálking vera tað øvuta av málreinsing? Málreinsari – máldálkari? Latið okkum royna at verja okkara egna mál! Danamál man fara at klára seg.

 

E.S. HOLDINNSATSUR: Liðavrik á føroyskum. Føroyar-Italia (ikki Italien). Tað eitur eisini Italia á italskum (ikki italienskum). Frálíkur dystur, Føroyar!

Spell, at fleiri føroyingar siga holdinnsatsur og ikki liðavrik, sum er føroyskt og snøggari, styttri!

Á Borg á Argjum 4. juni 2007

 

Við blíðari føroyamálskvøðu