Slutur og vrøvl av tingsins røðarapalli

- Eg øtist av at hoyra slíkt slutur og vrøvl av tingsins røðarapalli.

Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

Tað, hann sipar til, er útsøgnin hjá Rigmor Dam, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin og síðani útsøgn frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um, at BankNordik hevur givið Sosialinum og Dimmalætting harraboð um at leggja saman.

Hesar útsøgnirnar byggja á eina sokallaða greining í dimma.fo, har tað stendur, at stórkapitalurin trýstir, og at BankNordik fleiri ferðir hevur strongt á fyri at fáa Dimmalætting lagda saman við Sosialin.

Men Dimmalætting hevur sagt nei, skrivar blaðið.

– Eg øtist av at hoyra slíkar útsagnir av tingsins røðarapalli, sigur Eirikur Lindenskov.

Hann heldur, at hetta eru rættiliga álvarsamar skuldsetingar.

Men hetta er tikið púra úr leysum lofti, tí hetta er slutur og vrøvl, sum hann tekur til.

Hann sigur, at tað er púra onki í hesum.

– Tað minsta, vit eiga at forlanga av okkara tingfólkum, er at tey eftirkanna slíka samansvørjingar-teoriir, áðrenn slíkt slutur og vrøvl verður varpað út av løgtingsins røðarapalli, sigur hann.