Toftamenn ásanna, at B68 næsta ár fer at spæla í næstbestu deildini, og málið er einfalt:
-Vit spæla fyri at vinna ein dyst, og nú er tað ÍF, sum stendur fyri tørni. Tað er líka mikið, um vit hitta ÍF í góðu ella minni góðu útgávuni. Hjá okkum snýr tað seg um at gera okkara besta, sigur B68 venjarin Eliesar Olsen.
Miðvallarveteranurin Evrard Blé er so mikið plágaður av vøddaskaða, at hann er ikki førur fyri at spæla ídag. Albert R. Johannesen er plágaður av skaða í fótliðnum, men tað er møguleiki fyri, at hann verður tøkur seinnapartin.
Í Fuglafirði hava teir sínar ætlanir:
-Vit hava sett í okkum, at endin skal vera betri, enn hann hevur verið undanfarnu árini. Í fjør megnaðu vit ikki at vinna í sjey teimum seinastu umførunum, og í fyrra árið taptu vit fýra teir seinastu dystirnar. Soleiðis skal tað ikki vera í ár, og vit fara út á Toftir í dag við góðum hugburði, sigur ÍF spælarin Dánjal á Lakjuni.
Gunnar Christiansen og Poul Nolsøe Mikkelsen eru so illa skaddir, at teir fara ikki at spæla fótbólt aftur í ár. Tað er ivasamt, um Leivur Joensen verður á listanum ídag. Hann hevur verið darvaður av vøddaskaða.