Bólkur B
Undanfarna HM-undankapping gjørdist fyrstu ferðina, at Føroyar tóku stig frá einum landi, sum seinni leikti seg til endaspælið í kappingini.
Bragdið hjá Øssi Hansen og hinum landsliðsleikarunum kann eisini gerast enn størri, um so er, at Slovenia eisini megnar at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, og sannlíkindini fyri hesum eru kanska ikki heilt eingi.
Stóri favoritturin í bólkinum er Spania, men tað merkir tó ikki, at teir uttan víðari kunnu spáka sær víðari í kappingini. Fyri fýra árum síðani var støðan júst lík henni í dag, men tá endaðu spaniólarnir aftan fyri bæði Nigeria og Paraguay.
Yvir høvur hevur tað eisini verið galdandi fyri Spania, at liðið ikki hevur staðið seg væl í endaspælinum, hóast liðið mangan hevur talt hópin av altjóða stjørnuleikarum.
Hes ferð er einki undantak í so máta. Leikarar sum Hierro, Raul og Morientes teljast millum stjørnurnar í Real Madrid, og fyri flestu av viðleikarum teirra er eisini galdandi, at teir teljast millum álitini í nøkrum av mætastu europeisku fótbóltsfeløgunum.
Venjarin, Camacho, hevur eisini havt hepni til at smíða eina sterka eind burtur úr øllum stjørnunum, og so er spurningurin, um Spania hesa ferð megnar at vinna seg longur enn ?bara? til fjórðingsfinalurnar, sum tað so ofta er blivið til. Tilfarið er til staðar. Spurningurin er bara, um endaliga avrikið eisini er nóg gott.
Fríspørkini tekur málverjin
Sum nevnt, so var júst Paraguya eitt av mótstøðuliðunum hjá Spania seinast, og at liðið ta ferðina skuldi vinna seg víðari, varð mett sum stórhending í landinum. Sjálvandi var tað keðiligt, tá Frakland í seinastu minuttunum av longdu leiktíðini sendi Paraguay úr teirri kappingini, men fram til gylta málið hjá Blanc hevði liðið hildið fast um liðið, sum seinni varð kosið heimsins besta.
Tað er eisini fyrst og fremst í verjupartinum, at Paraguay hevur sína styrki. Væl stýrd av einum at bestu málverjunum í heiminum, Chilavert, í málinum, er verjan bulurin á liðnum, og so verður bara bíða eftir kontramøguleikum. Aloftast hava hesir kós móti Roque santa Cruz, ella verður dyrgt eftir frísparki, sum málverjin so kann koma fram at skjóta.
Verða neyvan undirmettir
Hvørki Slovenia og Suður Afrika kunnu sostatt roknast millum favorittarnar í bólkinum, men tey eiga tó á ongan hátt at avskrivast.
Slovenia hevur tvær undankappingar á rað mótsagt øllum serfrøðingum, tá teir hava leikt seg til endaspælið, og hesa ferð verður tað neyvan nakar, sum uttan víðari undirmetir Zahovic & co., tá teir traðka inn á grasið. Fótbólturin er hin so typiski fyri balkanlondini, har bólturin verður førdur spakuliga kring vøllin, fyri síðani at eksplodera í ógvusligum temposkiftum, og júst hetta slagið av fótbólti kann vísa seg at gerast sera heppið, tá spælast skal í nógva hitanum.
Hitini verður heldur ikki nakar trupulleiki hjá Suður Afrika, men tað kann tó vísa seg at gerast meira enn torført hjá liðnum at vinna seg úr bólkaspælinum. Við allari virðing fyri FCK og Toda, so ræðir tað neyvan mótstøðuliðini, at ein hin besti leikarin á liðnum hevur sína dagligu gongd í danska høvuðsstaðnum. Aðrir kendir leikarar eru Quinton Fortuna og Benny McCarthy, men yvirhøvur tykist Suður Afrika at vera veikasta liðið í bólki B.
Dystirnir:
02.06Paraguay-Suður Afrika
02.06Spania-Slovenia
07.06Spania-Paraguay
08.06Suður Afrika-Slovenia
12.06Slovenia-Paraguay
12.06Suður Afrika-Spania










