In.fo hevur fingið staðfest frá tveimum keldum, at korona er staðfest í hópinum hjá Slovan Bratislava, sum kom til landið í gjár. Talan er um fysioterapeutin hjá slovakisku meistarunum.
Teir hava longu fingið staðfest korona undan fráferðini, og tí eru allir spælararnir ikki við. Nú er so greitt, at korona er komið við til Føroyra. In.fo hevur fingið at vita frá fleiri ósamanhangandi keldum, at spælarar hjá Slovan Bratislava hava verið til gongu í Havn. Reglugerðin hjá UEFA sigur annars, at teir skulu halda seg á gistingarhúsium til úrslitini eru komin.
Sum skilst, so verður málið nú viðgjørt av landslæknanum. Eftir ætlan skuldi KÍ spæla móti Slovan Bratislava í Champions League mikikvøldið í Klaksvík, men nú er tann dysturin í vanda fyri at blíva avlýstur.
Slovan Bratislava hevur annars fyrr í dag kunngjørt, at allir spælararnir í hópinum, sum eru komnir til Føroya eru testaðir negativir. Hetta gjørdu teir á heimasíðuni hjá felagnum, men tað er ikki øll søgan.
Skulu allir spælararnir í sóttarhald, so vinnur KÍ dystin uttan at spæla. Reglugerðing hjá UEFA sigur, at tað er galdandi reglarnir í landinum, har dysturin verður spældur, sum eru galdandi. Hetta gekk millum annað útyvir FC Drita úr Kosovo, sum tapti uttan dyst móti norðurírska Linfield FC.
Her vóru tveir spælarar hjá FC Drita úr Kosovo testaðir positivt fyri koronu. Dysturin skuldi spælast á neutralum vølli í Sveis, og har vóru myndugleikarnir ikki í iva. Allir spælararnir skuldu í sóttarhald og tí bleiv dysturin avlýstur.
Slovakiskir miðlar skrivaðu í gjár, at allir dystir í Slovakia eru fyribils útsettir, tí korona er í hópinum hjá Slovan Bratislava.