Vetrar-OL
Tað var at kalla landasorg í Svøríki í morgun. Svenska flaggskipið innan liðítrótt, íshockeylandsliðið ”Tre Kronor” sleppur ikki at verja sítt olympiska gullmerkið frá vetrarleikunum í 2006. Svøríki tapti 3-4 móti Slovakia í OL-fjórðingsfinaluni í Vancouver.
- Eg eri ótrúliga vónbrotin. Hetta er ein dystur vit burdu vunnið. Men vit komu aftur um við tveimum málum, og máttu stríðast alla tíðina. Slovakia spældi væl í verjuni, og gav okkum allar hugsandi trupuleikar, segði ein ógvuliga hugtungur svenskur liðskipari, Daniel Alfredsson við svenskar miðlar aftaná dystin.
Á vetrarleikunum í 2002 fekk Svøríki eisini ein líknandi skelk, tá teir taptu 3-4 ímóti Hvítarusslandi.
Kanadisku vertirnir vóru flúgvandi ímóti Russlandi. Mong høvdu væntað eina javna og spennandi fjórðingsfinalu, men kanadiska liðið spældi dreymahokki, og teir vunnu ein sannførandi 7-3 sigur á Russlandi.
USA mátti stríðast væl og leingi, áðrenn teir settu tingini uppá pláss ímóti Sveis. Ì triðju periodini eydnaðist tað amerikumonnum at fáa tvey mál, og vinna seg í hálvfinaluna.
Tað verður Finnland sum skal verja ta norðurlendsku æruna. Leingi stóð á jøvnum 0-0 millum Finnland og Kekkia, men seinastu seks minuttirnar skoraðu Niklas Hagmann og Valtteri Filppula fyri Finnland, og tryggjaðu harvið finska liðnum, ”Lejonit” eitt pláss í hálvfinaluni.
Hálvfinalurnar verða fríggjakvøldið, og náttina til leygardag. Klokkan 19 spæla Finnland og USA, og klokkan hálvgum tvey um náttina spæla Kanada og Slovakia.