Sløkkja ljósið leygardagin

Aftur í ár verður skipað fyri Earth Hour átakinum í Tórshavn.

Tórshavnar kommuna og VisitTórshavn bjóða øllum borgarum oman á Vaglið leygarkvøldið klokkan 20 at taka lut í átakinum, sum í ár snýr seg um at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Kommunan sløkkir gøtuljósið í øllum býnum frá 20.30-21.30, og borgarir verða eggjaðir til at sløkkja ljósið heima við hús.

Á hvørjum ári verður ljósið sløkt í ein tíma fyri at varpa ljós á umhvørvi. Hetta kvøldið fara milliónir av menniskjum at sløkkja ljósið fyri á tann hátt at vísa, at tey vilja leggja dent á veðurlagsbroytingarnar, sum hótta heimin.

Earth Hour skal fáa okkum til at hugsa um Jørðina. Jørðin er eisini kjarnin í komandi umhvørvispolitikkinum, sum skjótt verður lagdur fyri býráðið til samtyktar. Við umhvørvispolitikkinum stevnur Tórshavnar kommuna ímóti eini grønari framtíð. Eini framtíð, har Jørðin fær tað virðing, sum hon hevur rætt til, og sum eisini er avgerandi fyri okkum menniskju. Samstundis hevur Tórshavnar kommuna, saman við hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum, undirskrivað eina yvirlýsing í samband við COP21, og hevur bundið seg at minkað um útlátið av vakstrarhúsgassum. Hetta er eitt stig á leiðini,  og nú er neyðugt at fremja málið í verki.

 

Átakið byrjaði í Sidney í Avstralia í 2007, tá ið 2,2 mió. fólk sløktu ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Síðani eru lond kring allan heim løgd afturat á hvørjum ári. Í fjør luttóku 172 lond, túsundtals býir og - ikki minst - miljónir av menniskjum. Tórshavnar kommuna hevur tikið lut í Earth Hour síðani 2009. Undirtøkan fyri átakinum hevur verið sera góð hesi árini.