Sløkkiliðið hjálpir til at gera klárt

Leygardagin fáa tangarnir vinstrumegin ein serligan leiklut

Tað mundu vera nógv, sum hugdu eitt sindur, tá ið ein bilur hjá sløkkiliðnum í Havn stóð uttanfyri gamla BankNordik bygningin í miðbýnum, og fylti vatn í nakrar tangar.

 

Tað er býráðið, sum hevði biðið um tað, og tangarnir skulu brúkast í tiltakinum, Vetrarljós, sum verður í Havn í morgin, har teir fáa ein serligan leiklut

 

Í tí sambandi verða tangarnir settir í gongugøtuna, og so verður ljós koyrt í teir, so at teir lýsa, sum eitt listaverk.

 

Tað er annars Kunningarstovan í Havn, sum skipar fyri tiltakinum, Vetrarljós, og har verður tann ljósa tíðin boðin vælkomin við tónleiki, sjónleiki, filmsbrotum, og øðrum.

 

 

Les og hoyr meiri um Vetrarljós HER