POLITIKKUR
Um ikki annað lag kemur á, so er spurningurin, hvussu leingi samstarvið fer at halda.
Soleiðis sigur Anfinn Kallsberg løgmaður eftir djúpu sárini, sum samgongan fekk eftir orrustuna um landsstýrismannin við fiskivinnumálum, sum við ringum tannabiti mátti leggja frá sær.
Óneyðugt er at siga, at bardagarnir hava verið nógvir síðstu árini. Dúgliga hevur verið gitt um, hvørt politiska hjúnalagið millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin fór at halda. Men tað hevur víst seg at vera ynskishugsan hjá andstøðuni, tí hvørja ferð ein brotasjógvur er farin framvið, hevur samgongan staðið líka stinn. Ella stinnari.
Seinasta rokið um uppsøgnina hjá Jørgen Niclasen fekk ikki løgmann at siga samgonguna upp, men sambært høvuðspersóninum sjálvum, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað hendir.
? Samstarvið við Tjóðveldisflokkin er so slitið, at talan bert kann verða um tíð, áðrenn tað av álvara slitnar. Spurningurin er bert, nær tað slitnar, og ikki um tað slitnar, sigur Jørgen Niclasen við Dimmalætting 18. januar.
Gott grundarlag
Løgmaður hevur ikki hug at gera viðmerking til ítøkiligu útsøgnina hjá sínum floksfelaga, sum er avgerandi 17. maður í løgtinginum, men hann viðgongur, at samgongusamstarvið er so mikið slitið gjøgnum fleiri ár, at annað lag má koma á.
? Nú mást tú ikki spyrja meg um, hvat Jørgen meinar. Vit hava eina samgongu, sum hevur eina avtalu, men eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at tað eftir míni meining hevur verið ein turbulent tíð ? bæði áðrenn og eftir valið. Tað er kanska ikki tann besti gróðrarbotnurin til konstruktivt arbeiðið, men eg haldi sanniliga, at vit hava ein góðan málsetning og eitt skilagott samgonguskjal, og vit skuldu havt allar fortreytir fyri at fingið nakað gott burturúr og fingið eitt fruktagott samstarv, sum verður frægari, sigur Anfinn Kallsberg.
Men tað hevur tíverri ikki eydnast so væl higartil, leggur hann afturat.
? Tað er greitt, at tað er ein fortreyt fyri at fáa nakað konstruktivt burturúr. So um ikki annað lag kemur á, og vit áhaldandi prioritera skeivt og brúka óneyðuga orku upp á slítandi ósemjur, so er spurningurin, hvussu leingi hetta heldur, sigur Anfinn Kallsberg.
Ókendur fundur
Um dagarnar var prát millum leiðandi persónar í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum um eitt møguligt framtíðar samstarv, sum kortini ikki varð av nøkrum.
? Tað kenni eg onki til. Eg havi ikki verið í sambandi við nakran flokk ella nakran persón við tí fyri eyga at broyta samgongusamansetingina. Flokkurin er mannaður við ymiskum fólkum, og tað er ongin loyna, at tá turbulent viðurskifti eru millum flokkar, so rørist okkurt seg, og fólk tosa saman. Tað fái eg onki gjørt við, men mær vitandi er ongin samráðing farin fram, og sum formaður havi eg so ikki verið uppií, sigur Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg váttar sostatt hálvavegna orðini hjá Jørgen Niclasen, at samstarvið við Tjóðveldisflokkin er í álvarsligum vanda. Men ongin ítøkilig ætlan er um at stinga í sekkin, sambært løgmanni.