Stefan Radosavljevic spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Sligo Rovers á heimavølli tóku ímóti banamonnunum hjá KÍ í Europe Conference League á sinni, Dundalk.
Leingi var støðan 0-0, men tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Dundalk sigursmálið til 1-0.
Sligo Rovers er nummar sjey í deildini við 19 stigum. Seks stig eru upp til triðja plássið, ið gevur rætt til evropeiskan fótbólt komandi ár.
Sligo Rovers hava vunnið fimm dystir, hava tapt fimm dystir og hava leikt fýra dystir javnar.
Komandi leygarkvøld hevur Sligo Rovers dyst á heimavølli móti Shelbourne.