Sligo er tvey stig frá einum evropeiskum plássi

Stefan Radosavljevic hevur fingið spælitíð í øllum teimum fyrstu 11 dystunum hjá Sligo Rovers hetta kappingarárið

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers hava nú leikt 11 dystir í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Aftaná 11 umfør er Sligo Rovers nummar fimm í deildini við 16 stigum. Sligo hava tvey stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at taka lut í Europa Conference League undankappingini komandi ár.

 

Stefan hevur fingið spælitíð í øllum 11 dystunum, og hann hevur higartil skotið eitt mál.

 

Í vikuskiftinum fekk Stefan tó bert nakrar fáar minuttir á vøllinum, tá Sligo á heimavølli vann 3-1 (2-1) á UC Dublin.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Sligo á útivølli móti Shamrock Rovers.