Ein maður er skuldsettur fyri grovan harðskap eftir eina hending í miðbýnum í Havn í nátt.
Løgreglan sigur, at ósemjur og bardagar taka seg ofta upp, tá ið dansihølini og skeinkistøðini lata aftur og fólk trunkast úti á gøtuni.
Soleiðis var eisini í nátt.
Í hesum sambandi fóru tveir mans til ilnar og tað endaði við, at annar rendi eina fløsku í andlitið á hinum.
Maðurin, sum fekk fløskuna í andlitið, varð fluttur á skaðastovuna, har hann varð seymaður aftur, men løgreglan sigur, at hann var heppin og fær neyvan varandi mein.
Løgreglan veit hvør gerningsmaðurin er og hann verður skuldsettur fyri grovan harðskap.
Løgreglan og dómsvaldið taka harðskap í størsta álvara og harðskapur av hesum slagnum endar at kalla hvørja ferð við eini trivaligari fongsulsrevsing.
Annars er ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í nátt.
Somuleiðis er ein maður skuldsettur fyri at koyra við kenning - á prutli. Ferðin hjá honum endaði við, at hann datt og varð fluttur á sjúkrahús til kanningar.
Tað er eisini ólógligt at koyra prutl við kenning, men koyrikortið er kortini ikki í vanda, hinvegin kostar tað eina bót.