Slick væl fagnaðir í Íslandi

Um vikuskiftið vitjaði føroyski bólkurin Slick í Íslandi. Spælt varð á Fjørðukrónni og ferðin var væl eydnað
og bólkurin er boðin aftur at vitja í Íslandi

TÓNLEIKUR

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vitjaði føroyski bólkurin Slick í Íslandi. Slick spældi á Fjørðukrónni í Hafnafirði, ið javnan hevur samband við føroyingar og skipar fyri ymsum við tilknýti til Føroyar.

Fríggjakvøldið fingu eini 120 fólk ein betri bita á Fjørðukrónni og eini 160 fólk vitjaðu dansin. Leygarkvøldið var heilt fitt av fólkið og fekk sær ein bita og eini 200-300 fólk fóru á dansigólvið og svingaðu til tónleikin hjá Slick.

Morgunblaðið
Sambært Morgunblaðnum, so er ferðin væl eydnað og bólkurin fjølbroyttur. Teir skriva um bólkin undir yvirskriftini Alt frá Rolling Stones til Pink. Hetta kann lesast við at fara inn á heimasíðu Morgunblaðsins, www.mbl.is, og undir Verøld/fólk.

Slick er ein bólkur, ið er settur saman til stuttleika og hugna, men boð eru eftir teimum. Og tað eru eisini royndir tónleikarar, ið leika við. Jens Tummas Næs, bass og sang, Hans Ravnsfjall, guitar og sang, Høgni Zachariassen, guitar og kór og Torkil Johannesen, trummur og sang. Við á ferðini í Íslandi var eisini Gissur Patursson, kendur plátuvendari og útvarpsvertur.

Hetta er manning, ið er kend úr mongum øðrum bólkum. Høgna hava vit tó ikki sæð á palli í longri tíð, men hann var frammi, tá bólkurin Ikaroz leikaði á føroysku pallunum. Hann fegnast um at spæla aftur og sigur, at stundir hava ikki verið til tess, men at tað er ein fragd at spæla aftur.