Sleptu barninum 12 metrar niður fyri at bjarga tí

Foreldrini at tí tvey ára gamla dronginum vistu sær eingi onnur ráð, tá eldur kom í íbúðarhúsini í Ludwigshafen

Tað var sunnukvøldið, at eldur kom í eini íbúðarhús í týska býnum Ludwigshafen, og eftir lítlari løtu hevði eldurin breitt seg so nógv, at fleiri av teimum, sum inni vóru, sluppu ikki út.

 

Teirra millum, sum vóru avbyrgd av eldinum, vóru eini hjún og tvey ára gamli sonur teirra. Tá foreldrini skiltu, at vindeygað var einasta bjargingin, gjørdu tey av at sleppa soninum av balkongini niður til teir nógvu løgreglumenninar, sum stóðu niðriundir. Fallið var heilar tólv metrar, men tann lítli fekk ongan skaða, tá løgreglumenninir loftaðu honum.

 

Tað er ógreitt, hvussu tað gekst foreldrunum. Eldsbrunin í Ludwigshafen kostaði níggju mannalív.