Sleppur SAS at misnýta sína dominantu støðu?

Magni Arge, løgtingsmaður, fer í morgin at seta Poul Michelsen munnligan fyrispurning um flogmálið.

 

Magni Arge, sum umframt at vera løgtingsmaður og fólkatingsmaður eftir nýggjár, er eisini fyrrverandi stjóri á Atlantsflog. Hann kennir tí nógv til flogferðslu, sum framvegis hevur hansara stóra áhuga.

 

Á fundi í Norðurlandahúsinum, sum Tjóðveldi á Christiansborg skipaði fyri síðsta týsdag kom fram, at føroysk flogvinna, sum nú stuðlar upp undir nærum 500 arbeiðspláss í Føroyum, kann mennast uppaftur meiri, um vit skapa røttu karmarnar og leggja okkum eftir at røkka størri úrslitum.

 

Magni Arge sigur, at eingin greitt orðaður politikkur fyri føroyska flogvinnu finst í løtuni, og tí kunnu eitt nú Atlantsflog og Vága Floghavn, sum bæði eru í almennari ogn, halda fullkomiliga hvør sina kós.

 

Hann spyr tí Poul Michelsen soleiðis:

 

– Verður nakað stig tikið á hesum økinum, so vinnan og feløgini fáa eina greiða kós at stýra eftir, og virksemið verður samskipað til størstan fyrimun fyri føroyska samfelagið?

 

Hann vísir eisini á, at hinvegin kunnu ójavnar kappingartreytir millum eitt nú Atlantsflog og SAS vikna munandi um føroyska flogvinnu.

 

– Ætlar landsstýrismaðurin at seta nakrar treytir, so norðurlendski flogrisin, SAS, við 40 milliardum í umsetningi, ikki fær høvi at misnýta sína dominantu støðu í Norðurlondum og á flogvøllinum í Keypmannahavn -– og taka kappingaravlagandi stig sum til dømis at siga upp samstørv um avgreiðslu av flogførum, ferðaseðlar og bonusskipan, ið hava verið millum feløgini í skjótt 30 ár?

 

Spurningurin verður svaraður, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í løgtinginum í morgin.