Hans Birgir Hansen
Limur í H.A.F. í Havnini
???????
Tað kann sleppast undan hópuppsagnum við at stytta arbeiðsvikuna, niður í 35 tíma arbeiðsviku og hækka arbeiðsviku, teim niðanfyri upp til 35 tíma arbeiðsviku.
Tað vil kunna skapa javnvág í vikutímatali teim mánaðar og tímaløntu, og skapa betri fíggjarstøði og sosiala trygdarneti undir familjuna og teim einstøku í dag.
Tað vil geva kvinnum og monnum atstøður at skiftast um at vera heima, fyrra- og seinnapart, og taka sær av tí dagliga húsarhaldi og børn og spara barnaansingina.
Tað hevur ein áður umrøtt í lesarabrøvum og fakfeløgini hava ikkki vilja tikið upp, slík sjónarmið í vil sleppa øllum undan hópuppsagnum, við niðursetta arbeiðstíð.
Tað sama er við skipan av náttúrligari frágongd av eldri starvsfólki og náttúrligari tilgongd av yngri fólki, ið kunna røkja uppgávur, í miðfyrisitingunum í Havnini.
Tað er hesin parturin ið eigur at vera kunna Landsstýri og aðalráðini, so vit fáa praktisera 35 tíma arbeiðsvikuna, skorið yvir ein kamb, innan almennar og landsstovnar.
Tað sama eigur at gera seg galdandi innan kommunur, privata og ríkisstovnar, í Havnini/Suðurstreym-oy, fakfelagsfólki, hví gera tit ikki vart við slík sjónar-mið.
Eg vil koma øllum óskipaðu og skipaðu, at fakfeløgum til lívs, í ikki eru solidarisk ímóti starvs-, arbeiðs- fakfelagsfólk/limir í øllum fakfeløgunum teim hópuppsøgdu.
Tað sama er við øllum teim óskipaðu og skipaðu í eru farin tvørtur um øll fakmørk, við álitisstørvum og hjáarbeiðum, ið avdúkar ósolidaritetin, hjá áðurnevndu. Hetta vil koma at avmarka fylgjur teim hópuppsøgdu og geva øllum betri atstøður at raðfesta /prioritera heima- og útiarebiði og áhugamál og privatlív í Havnini ídag.
Eg havi áður umrøtt slíkan fakfelagsruðuleika og politiska tilknýti, fakfelags forkvinnur og menn og nevndarlimir, ið røkja egin áhugamál, ístaðin fyri fakfelagslimir.
Eg vildi fingið slíkt skipað, ikki bert í Havnini, eisini úti í øllum landsins kommunum, á útoyggjum og útjaðaraoyggjar og meginoyggjar, hvat í ein vil gera vart við.
Eg havi nógv mikið at tríva í at skriva um fakfelagsruðuleika, við atliti arbeiðsmarknaðir arbeiðs-pláss.