Teistin skal framvegis røkja sjúkraflutningin úr Sandoynni, eisini uttanfyri vanligu ferðaætlanuna.
Tað er samgongan í Fíggjarnevndini samd um.
Nú hon er liðug at viðgerða fíggjarætlanina fyri næsta ár, er samgongan samd um at játta Landssjúkrahúsinum 400.000 eyka, og tær skulu brúkast til at varðveita sjúktaflutningin við Teistanum.
Annars hevur Landssjúkrahúsið sagt avtaluna við Strandferðsluna upp fyri at spara.
Ístaðin skuldi tað so vera tyrlan hjá Atlantsflogi, sum skuldi røkja sjúkraflutningin úr Sandoy uttanfyri vanligu ferðaætlanina hjá Teistanum.
Tá ið tað ikki viðraði hjá tyrluni, skuldi bjargingarbáturin Lív setast í sigling.
Tað er ført fram, at hetta er minst líka góð trygd sum at hava Teistan til taks.
Sandoyingar hava mótmælt upp á tað harðasta og ikki minst hava politikarar úr samgongu og andstøðu mótmælt ætlanini, tí hetta hevur verið at seta trygdina í vanda, hava tey sagt.
Og tað hevur hjálpt, tí nú hevur samgongan samtykt at at játta Landssjúkrahúsinum 400.000 krónur afturat, so at Teistin kann halda fram at røkja sjúkraflutning úr Sandoynni.