Tað er nú greitt, at stórfingna ætlanin um at byggja 100 neyst inni á Sundi, nú verður av ongum. Býráðið í Havn hevur nevniliga samtykt at seta leigumálið um økið, úr gildið.
Málið er annars gamalt, tí tað var longu fyri 10 árum síðani, at umsøkjarar vendu sær til býráðið við tí endamáli at leiga at eitt øki norðanfyri elverkið hjá SEV til at byggja neyst á.
Leigumálið skuldi ganga í 50 ár og leigan skuldi vera 3.000 krónur um árið, ella tað sama, sum tað kostaði at leiga tríggjar traðir.
Og í 2008 samtykti býráðið at leiga eitt stykkið á 30.853 fermetrar til endamálið og tað lá í kortunum, at 100 neyst skuldi byggjast á stykkinum.
Samstundis stendur í leigusáttmálanum, at kommunan skal góðkenna verkætlanina í seinasta lagi tvey ár eftir, at hann varð gjørdur.
Men síðani hendi ikki meir og fyri einum ári síðani boðaðu umsøkjararnir frá, at ávísar fyrireikingar vóru gjørdar, men at arbeiðið hevði ligið stilt í longri tíð. Samstundis vóru eingi útlit ikki eru fyri, at gongd kom aftur á ætlanina í fjør.
Býráðið sigur, at óvist var, nær gongd kundi koma á aftur arbeiðið. Ein orsøk er, at talan er um eina dýra verkætlan, við dýrari vegagerð, og tað krevur nógva fígging, sum felagið ikki hevði.
Tey høvdu kortini ikki slept ætlanini, men ein fortreyt var, at annað virksemið eisini verður á økinum, tí so kundu vera felags um at gera vegin.
Sostatt staðfestir býráðið, at gongd er ikki komin á ætlanina enn, og at ongi útlit eru fyri, at ætlanin yvirhøvur verður veruleiki. Samstundis fær kommunan einki gjørt við økið, so leingi tað er bundið í einum leigusáttmála.
Sostatt hevur býráðið nú samtykt at seta leigusáttmálan úr gildi og tískil er samstundis greitt, at ætlanin verður av ongum.